+298 370000
Altanglas Hero

Altanglas

Varðveit útsýnið og skapa eitt hugnaligt útimiljø við okkara snotiligu glasloysnum.

Aftur til yvirlit

Útsýni & Ljós

Eitt glasvørn gevur ikki bara altanini eitt stílreint úttrykk, men veitir eisini lívd fyri vindinum uttan at tarva vakra útsýninum.

Frítt Útsýni

Njót útsýnið út um havið ella bygdina til fulnar, meðan tú situr trygt og í lívd.

Trygt Glas

Okkara glasloysnir røkka strongastu trygdarkrøvum. Vit nýta altíð herdað og laminerað glas til altanar og vørn.

Møguleikar

Uppseting

Glasloysnirnar fáast við júst teirri uppsetingarloysn tú ynskir; hvørt tað er punktfest, við skinnara ella millum stólpar.

Hondlistar

Vel ímillum hondlistar í rustfríum stáli, træi, ella heilt uttan hondlista fyri eina nútímans og reinari útsjónd.