Vit bjóða eitt breitt úrval av vindeygum í timbur, plast og træ/alu. Finn loysnina sum passar til títt hús.
Timburvindeyguni geva eina natúrliga útsjónd og eitt heitt útrykk, ið hóskar serliga væl til føroysk hús. Við djúpum H-vindeygaprofili og 3-lagað glas tryggja tey góðan tættleika og sera gott bjálvingarevni.
Les meira um timburvindeyguVindeyguni hjá GULLI Gluggum eru framleidd úr seintvaksnari arktiskari furu við slitsterkum og viðlíkahaldsfríum aluminium uttaná – ment til at tola tað harðførasta veðrið í Norðuratlantshavi. Tey sameina vakra sniðið við dygd, styrki og orkusparing – til tín, sum vil hava bæði góðsku og frið í sálini, tá føroyska veðrið herjar.
Les meira um Træ/Alu
Plastvindeyguni hava 3-lagað glas sum standard og bjálva serliga væl, so tú kanst sita fjálgt og turt – uttan at hugsa um viðlíkahald ella máling. Væl umtóktu plastvindeyguni hava verið væl roynd í føroyska veðurlagnum síðani 1990.
Les meira um plastvindeygu