Timburvindeyguni geva eina natúrliga útsjónd og eitt heitt útrykk, ið hóskar serliga væl til føroysk hús.
Við djúpum H-vindeygaprofili og 3-lagað glas tryggja tey góðan tættleika og sera gott bjálvingarevni.
Vindeyguni verða framleidd úr seintvaksnari arktiskari furu við høgum kjarnuvirði og eru fingraskoytt fyri eyka styrki.
Standard er kenda H-Vindeyga hongsli, men ynskist reinari og meira nýmótans útsjónd kann tildømis væljast goymd hongsl.
Arktiska furan er rotviðgjørd og hevur framúr góðar eginleikar til føroyska veðurlagið.
Goymd hongsl hava korrosjónsklassa IV og eru serliga væl egnaði til harðført, saltligt veður sum okkara.