Vindeyguni hjá GULLI Gluggum eru framleidd úr seintvaksnari arktiskari furu við slitsterkum og viðlíkahaldsfríum aluminium uttaná.
Vit sameina tað besta frá tveimum heimum fyri at geva tær eina loysn, sum heldur í ár eftir ár.
Serstakliga høg góðska er standard – hetta er ikki nakað, tú velur til, men nakað, tú altíð fært frá okkum.
30-ára garanti móti roti á træ/alu vindeygum.
Við træ/alu vindeygum fært tú hita og hugna innan, eins og vakurt og viðlíkahaldsfrítt uttan. Tey hava 3-lagað glas, ið tryggjar góðan tættleika og framúr bjálvingarevni.
Karmarnir verða framleiddir úr seintvaksnari arktiskari furu við høgum kjarnuvirði og eru fingraskoyttir fyri eyka styrki. Arktiska furan er rotviðgjørd og hevur framúr góðar eginleikar til føroyska veðurlagið.
Træ/alu vindeyguni hava djúpan H-vindeygaprofil, sum gevur vindeyganum dýpd og karakter, samstundis sum tað tryggjar góða isolering.
Standard í træ/alu vindeygum er goymda Spilka Opus toppsvinghongsl. Hongslið hevur korrosjónsklassa IV og er serliga væl egna til harðført, saltligt veður sum okkara.
Vit vilja vegleiða kundum okkara til røttu loysnina fyri góðan prís.
Tak samband fyri óbindandi prát