+298 370000
Inniglas Hero

Inniglas

Fá meiri ljós og betri plásskenslu innandura við elegantum glasveggjum og glashurðum.

Aftur til yvirlit

Ljós & Møguleikar

Inniglas og snotiligar glashurðar megna at skapa eina heilt serstaka ljóskenslu inni, ið knýtir rúmini betur saman.

Meiri Ljós

Lat dagsljósið floyma frítt ímillum rúmini við ljósum glasveggjum, í staðin fyri at byrgja tað inni við tungum gipsveggjum.

Smidligir Møguleikar

Glas er framúrskarandi til at býta stovuna upp, skapa eina opna skrivstovu, vína kjalara ella sum ein snotilig avmarking í baðirúminum.

Design & Snið

New Yorker Snið

Vit veita eisini tær sera væl umtóktu "New Yorker" glasveggirnar við svørtum sprossum til heimið.

Størsti Tryggleiki

Vit veita herdað og laminerað glas innandura fyri at tryggja ta bestu góðskuna og at allir trygdarkarøv eru hildin.