Praktiskar, slitsterkar og viðlíkahaldsfríar hurðar.
Plasthurðar eru ein sera slitsterk og praktisk loysn, serliga sum terrassuhurðar ella høvuðsdyr har man ynskir minimalt viðlíkahald.
PVC hurðar tola væl spark og slag, og rotna ikki sjálvt í fuktigum umhvørvi.
Ein vask við sápu og vatni er alt, sum skal til fyri at halda hurðina púra reina og vakra.
Sera væl egnaðar sum terrassuhurðar, har tær skulu tola nógva ferðslu og veður.
Tær eru væl isoleraðar og halda tætt í stormi, so tú sleppur undan trekk.